Virksemi
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður hildin eina ferð um árið á Sjóndeplinum.
Jólaborðið
Í novembur ella desembur mánaða hava vit tað vælumtókta jólaborðið.
Hetta kvøldið er altíð sera hugnaligt. Tá hava allir limir felagsins møguleika at koma í veitslu við fylgjara.
Vit hava ein góðan døgurða og so verður sjálvandi nógv sungið undir borðhaldinum. Tá borðhaldið er liðugt, hava vit eitt gott orkestur, sum spælir til góðan dans. Í tveir vetrar hevur felagið havt dansiskeið á stovninum, og hevur hetta verið sera væleydnað.
Meira sjónlig í samfelagnum
Fyri nøkrum árum síðani løgdu vit stóra orku í at gera okkum meira sjónlig í samfelagnum við at gera lýsingar til sjónvarpið, har vit lýstu ymiskar støður, har tað er trupult hjá blindum/sjónveikum og hvussu síggjandi kunnu gera hesar støður lættari.
Eisini fingu vit gjørt eina sera snotiliga plakat, sum hongur nógva staðni kring landið, heitið á plakatini er "Tá ið tú møtir einum blindum".
Facebook vangin hjá Blindafelagnum
Blindafelagið hevur Facebook vanga. Ymiskt tilfar verður lagt út á hana, m.a. tilfar um sjónsbrek, nýggja vitan, frágreiðingar frá tiltøkum og lýsingar til komandi tiltøk.