Missión og visión
Endamálið sambært §2 í viðtøkum fyri Sjóndepilin
Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla teimum sjóntarnaðu til meira sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við:
- Ráðgeving
- Skeiðsvirksemi
- Dagtilhaldi
- Verkstøðum
Missión
Sjóndepilin arbeiðir fyri:
- At hin sjónveiki/blindi verður so sjálvbjargin sum møggligt og hevur ein virknan gerandisdag.
- At hin sjónveiki/blindi varðveitir samleika og sjálsvirðing
- At hin sjónveiki/blindi fær stuðul til at góðkenna sína egnu støðu
Visión
- Verða vitanardepil innan blindni og sjónveik fyri tann blinda og sjónveika, teirra avvarðandi og almenningin.
- Verða sjónlig í tí almenna rúminum