KT ráðgeving
KT-ráðgevin vegleiðir í, hvussu tøknin gerst atkomulig.
Hjálpartól
Ymisk hjálpartól eru, sum gera snildfonir, teldlar og teldur atkomulig. Hesi gera, at tøknin kann brúkast hóast sjónin er farin at bila. Í nógvum førum kunnu smærri tillagingar gerast í stillingunum, og tí er ikki neyðugt at leggja hjálpartól inn.
Innrætting
Ymsar broytingar kunnu eisini gerast á arbeiðsborðinum, við telduskermum, lampum o.ø. sum gera telduarbeiði lættari.
KT-ráðgevin kann vegleiða og geva frálæru í m.a.
- Telefonum
- Teldlum
- Teldum
- Innrætting av arbeiðsborði
- 10 fingur skriving (blindskrift)
Veitan av hjálpartólum.
Hjálpartól til tøkni eru ofta innbygd, ella kann søkjast um tey. Tó skal viðmerkjast, at øll tól ikki verða játtað, og borgarin má tí sjálvur keypa tey.
Til fyritøkur
Heimasíður
Ráðgevin kann vegleiða í, hvussu t.d. heimasíður verða sniðgivnar soleiðis, at tær gerast atkomuligar fyri fólki ið bera sjónsbrek.
Framløgur
Um fyritøkan skal hava framløgu, og hendan skal vera atkomulig, kann ráðgevin vegleiða í hesum
Samband
Rúni Dimon
KT-ráðgevi
Beinleiðis telefon: +298 30 82 25
Teldupostur: rud@sjondepilin.fo