Dagtilhaldið
Á Sjóndepilinum er dagtilhald, ið er ætla fólki við skerdari sjón.
Deildir
- Vevstova
- Reyða rúm
Endamál
- at menna og stuðla blindum og sjónveikum sálarliga og sosialt.
- at blind og sjónveik menna sjálsvirði av innihaldsríkum virksemi.
- at virksemið verður lagt til rættis eftir ynski og førleika hjá teimum blindu og sjónveiku.
Hvør kann koma á Dagtilhaldið?
Fólk við sjóntrupulleikum, sum hava tørv á stuðli til ein innihaldsríkan gerandisdag, og samstundis eru fatanarliga, sálarliga og likamliga før fyri at vera virkin.
Upplatingartíðir
Dagtilhaldið hevur opið týs-, miku- og hósdag frá kl. 9-15
Samband
Telefon: (+298) 30 82 29