Virðisgrundarlagið á Sjóndeplinum
Virðing
- Rúm er fyri ymiskum sjónarmiðum og áskoðanum
- Rúm er fyri nýggjum hugsanum og hugskotum
Opinleiki
- Vit duga at lurta og samskifta við starvsfelagar, brúkarar og viðskiftafólk
- Tí ið vit afturboða/geva feedback, er afturboðanin tengd at útsøgnum/gerðunum og ikki tí einstaka
- Vit siga okkara meining við rætta viðkomandi
- Vit eru blíð og fyrikomandi
- Vit síggja møguleikar heldur enn forðingar
Dygd
- Vit hava dirvi og áræði støðugt at menna depilin og tilboðini her til sjónveik og blind
- Vit eru tilvitað um tørvin hjá tí sjónveika og blinda
- Vit eru hugað fyri royndum hjá teimum sjónveiku og blindu
- Vit leggja dent á, at arbeiði okkara er dygdargott
- Vit leggja dent á góð hugskot og at útinna tey í verki
- Vit fylgja við og eru hugað fyri nýggjari vitan
Ábyrgd
- Vit hava ábyrgd fyri egnum arbeiði og Sjóndeplinum sum heild
- Vit virða tiknar avgerðir og mannagongdir