Skeiðsvirksemi

Ráðgevingin skipar m.a. fyri hesum skeiðum:

  • Frálæra í hjálp til sjálvhjálp
  • Frálæra í hvíta stavinum
  • Skeið fyri avvarðandi       
  • Kunnandi virksemi til stovnar, har fólk við skerdari sjón eru knýtt at – arbeiðspláss, skúli, ellisheim  o.ø.
  • Kunnandi virksemi til lærustovnar og skúlar sum undirvísing
  • Onnur tiltøk 


Frálæra í hjálp til sjálvhjálp

Vit skipa fyri skeiðum, har vit geva frálæru í hjálp til sjálvhjálp, ið serliga eru ætlað til fólk, sum nýliga eru vorðin sjónveik. Ein tann størsta forðingin hjá nógvum, er at skula gera vart við sín broytta tørv. Her verður arbeitt við og víst á í hvønn mun tað ger fyri tann sjónveika, um umhvørvið sær og skilir, at viðkomandi hevur skerda sjón. 

Hetta kann vera við frámerkinum ”Maðurin við hvíta stavinum” ella at viðkomandi hevur tann hvíta stavin. 

Á Sjóndeplinum er eisini møguleiki fyri at hitta onnur í somu støðu, og fáa hugskot frá hvørjum øðrum at loysa ymiskar trupulleikar í gerandisdegnum. Umframt at royna seg í ymiskum gerandisvirksemi og handaligum arbeiði. 

 

Frálæra í hvíta stavinum 

Í Ráðgevingini fært tú stuðul og frálæru í at brúka tann hvíta stavin. Saman við tær finna vit ein stav, sum tú verður glað/glaður fyri og finna rutur, sum tú ynskir at megna at ganga sjálv/sjálvur. 

Hvíti stavurin er eyðkennisstavurin hjá teimum blindu. Hesin fæst í trimum ymiskum høvuðbólkum : Hvíti langi stavurin, eyðkennisstavurin og stuðulsstavurin

Eyðkennisstavurin er lættur og er ætlaður sum ein eyka trygd, afturat at víst verður á, at viðkomandi hevur skerda sjón. Hann kann leggjast saman, so hann kann takast fram, tá tann sjónveiki kennir seg ótryggan í ókendum umhvørvi og í skýming. 

Við langa hvíta stavinum framman fyri sær er tann blindi væl tryggjaður. Stavurin er so mikið langur, at til ber at hava samband við undirlagið alla tíð. Sostatt vísur stavurin á broytingar í undirlagnum og um nakað er fyri framman. 

 

Kunna avvarðandi

Vit síggja ofta, at tað er torført hjá avvarðandi o.ø at varnast tann sjónveika. Eisini tí at tað er so sera trupult fyri tann sjónveika at greiða frá, hvat viðkomandi sær ella ikki sær. At vera sjónveikur ella blindur er ikki eitt sjónligt brek, tí vil tað verða torført fyri avvarðandi og umhvørvið at varnast tann sjónveika. 

Á skeiðinum kunnu tit hitta onnur avvarðandi og tosa saman um ymiskar avbjóðingar, ið kunnu koma fyri í gerandisdegnum. 

Ætlanin er, at tit betri skulu skilja støðuna hjá tí sjónveika/blinda og fáa góð ráð um betri samskifti. Eisini fáa tit frálæru í fylgjarahátti og hvørji atlit eru at taka til tann blinda ella sjónveika.  

Tit sleppa m.a. at royna myrkalagdar brillur, ímeðan tit loysa ymiskar uppgávur. Har tit fáa kensluna av, hvussu sjónin kann vera hjá einum sjónveikum. Slík uppliving kann geva tykkum nýggja fatan av trupulleikunum og hjálpini, sum kann veitast fyri at lætta um gerandisdegnum hjá tí sjónveika. 


Kunnandi virksemi til stovnar, har fólk við skerdari sjón eru knýtt at – arbeiðspláss, skúli, sambýli, ellisheim  o.ø

Vit koma javnan út til stovnar, skúlar, barnagarðar og onnur arbeiðspláss at undirvísa, í samband við at t.d. starvs- ella floksfelagi hevur fingið sjónstrupulleikar.  Tá verður undirvísingin tillagað eftir einstaka tørvinum og frálæran løgd til rættis eftir hvør málbólkurin er. 

Endamálið er at kunna um støðuna hjá sjónveikum og blindum, og um hvørji atlit onnur skulu taka í gerandisdegnum í samveru við blind og sjónveik. 

Er annað ynski um kunnandi skeið ber altíð til at seta seg í samband við okkum í Ráðgevingini.

 

Kunnandi virksemi til lærustovnar og skúlar sum undirvísing 

Á ymiskum lærustovnum og skúlum verða javnan hildin kunnandi skeið sum undirvísing. Her verður greitt frá um støðuna hjá sjónveikum og blindum, og um hvørji atlit onnur skulu taka í gerandisdegnum, tá ein er í sambandi við fólk við skerdari sjón. 

 

Onnur tiltøk

Vit skipa fyri ymiskum tiltøkum í almenna rúminum fyri at bjóða síggja inn í verðina hjá einum sjónveiku og blindu. 

Nevnast kann: 

  • Máltíð í myrkri
  • Konsert í myrkri
  • Cafe í myrkri
  • Gongutúrar sum sjónveikur
  • Rørsludagar 


Slík tiltøk vera lýst alment.