Hjálpartól til blind og sjónveik


Niðanfyri er eitt yvirlit av hjálpartólum, ið hava stóran týdning fyri gerandisdegin hjá blindum og sjónveikum. 
Ymisku hjálpartólini eru bólka. 

Tað finnast alskins hjálpartól sum fólk við skerdari sjón kunnu fáa gleði av í sínum gerandisdegi, og hetta er bert ein lítil brotpartur av teimum, mest ætlað til inspiratión. 
Flestu teirra kunnu søkjast um sum hjálpartól um ein hevur niðursetta sjón. Nøkur mugu fólk tó keypa sjálvi, td. telefon. Setið tykkum í samband við okkum hesum viðvíkjandi !

Tað, ið eyðkennir sjónshjálpartól, er, at hugsað er um, at tólini eru týðilig á at lýta við góðum kontrastum, størringarmøguleikum og góðum ljósi. Hetta gagnar fólki, ið hava restsjón. Til fólk við ongari sjón er týdningarmikið, at tólini kunnu merkjast við fingrunum ella eru við talu. 

Hjálpartólini kunnu roynast á Sjóndeplinum, við at bíleggja eina tíð hjá Ráðgevingini. Møguleiki er eisini fyri at fáa heimavitjan, og royna hjálpartólini heima í kendum umhvørvið. Harumframt bjóðað vit ráð og frálæru í gerandisaktivitetum hjá tí, ið hevur skerda sjón. 

 

Samband

Sjóndepilin
Íslandsvegur 10A
100 Tórshavn

Telefon: 31 82 22
Teldupost: sjon@sjondepilin.fo

 

Lampur og sjóneykur

Hvít lesilampa við sjóneyku
Hondluppar, ymiskar styrkir
Sjóneyka at leggja á tekstin
Hondluppar við sjóneyku í ymiskum styrkjum
Lesilampa v/ sjóneyku og ljósi
Lesilampa v/ sjóneyku og ljósi
Kikarar

Lesitól

Clover 10
CCTV - Vision basic lesitól

Sjálvrøkt

Persónvekt við danskari talu
Pincett, neglaklippari o.a.
Blóðtrýstmátari við enskari talu

Máti- og kunningartól

Cobolt litmátari við talu
Mátiband og tummastokkur

Húsarhaldstól

Grøn køksvekt við talu
Hvít køksvekt við talu
Stórt minuttur við stórum tølum og frámerking
Vætumátari
Sokkahaldari

Ur

Ur við talu
Armbandsur við góðum kontrasti
Armbandsur við talu

Brillur

Sjónvarpsbrillur

Lesitól v/talu

Upplesingartól
Daisyspælari til ljóðbøkur

Hvítir stavar

Ymiskir stavar til blind og sjónveik

Langur hvítur stavur, stuðulsstavur og eyðkennisstavur

Gera vart við sína skerdu sjón

Altjóða merki fyri sjónveik og blind

Knappaborð

knappaborð við Ð við góðum kontrasti - í ymiskum litum

Spøl

Kross og bolla spæl í træ

Telefonir

Doro fastnettelefon v/ frámerking