LÓG FYRI FØROYA BLINDAFELAG (FBF)

 

Grein 1
1. stk.     Felagsins navn er Føroya Blindafelag (FBF), ið skal virka í samarbeiði við Dansk Blindesamfund, sum serstakt felag fyri blind og heilt veiktsíggjandi fólk í Føroyum.  Heim-staður felagsins er Tórshavn.

2. stk.     Felagsins mið og mál eru hesi:  At savna øll blind og heilt veiktsíggjandi í Føroyum til felags framburð og frama.

3. stk.     At virka fyri blindaútbúgving bæði handaliga og andaliga, herundir mentunarligari og bókligari upplæring, soleiðis at blind fáa møguleika at starvast her heima, um heilsan er til tess.

4. stk.     At virka fyri at blind fólk fáa betur fíggjarlig og sosial kor, soleiðis at tey á hesum øki eru javnt stillaði við aðrar borgarar í samfelagnum.

5. stk.     Virka fyri mentunar- og trivnaðarmálum, herundir frí-tíðaryrki, feriumálum og húsabygging, soleiðis at blind kunnu trívast her heima, og ikki verða noydd at flyta av landinum.

6. stk.     At dríva upplýsandi virki í samfelagnum við tí endamáli, at vekja áhuga millum fólk fyri arbeiðinum fyri blind, og teimum serligu umstøðunum, ið er lutur teirra blindu.

7. stk.     Felagið eigur at virka fyri nærri sambandi og samstarvi blindum sínámillum, herundir samkomur og útgávu av limablaði.  Eisini eigur at verða roynt at finna samband og samstarv fyri blind uttanfyri Føroyar, serliga Danmark og onnur norrøn lond.

8. stk.     Áherðsla eigur at verða løgd á at skapa sterkt fíggjarligt grundarlag fyri felagnum, við at venda sær til myndug-leikar, feløg og einstaklingar til at stuðla og stimbra alt arbeiði fyri blind.

Grein 2
1. stk.     Rætt til upptøku í felagið hava øll blind og heilt veikt-síggjandi fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum, um tey annars lúka treytirnar fyri upptøku í Dansk Blindesam-fund sambært felagslóg teirra grein 4.

2. stk.     Umsókn um upptøku verður skrivað á serstakt oyðublað og send felagnum, sum sendir hana til Dansk Blindesam-fund í København, sum so tekur endaliga avgerð.

3. stk.     Fólk við fullari sjón kunnu gerast stuðlandi limir í felag-num, men eiga ikki atkvøðurætt.

Grein 3
1. stk.     Limir í Føroya Blindafelag hava sama rætt og somu skyld-ur sum limir í Dansk Blindesamfund.  Teir kunnu sostatt søkja um lán, studning, legatir ella annan fíggjarligan stuðul frá Dansk Blindesamfund.  Slíkar umsóknir, sum verða skrivaðar á hartil hoyrandi oyðubløð, skulu sendast Føroya Blindafelag, sum áteknar umsóknina og sendir Dansk Blindesamfund hana, sum síðan tekur avgerð og boðar umsøkjaranum frá.

2. stk.     Flytir limur úr Føroya Blindafelag til Danmarkar, kann hann gerast limur í tí lokalkredsi í Dansk Blindesamfund, har hann flytir til, við at fyrivísa limakort sítt fyri kreds-nevndini.  Á sama hátt verður at fara fram, um limur flytir úr Danmark til Føroya.

Grein 4
1. stk.     Limagjaldið, ið verður at áseta av ársaðalfundinum fyri komandi roknskaparár, skal verða goldið í seinasta lagi 3 mánaðar aftaná ársaðalfundin.

 

Grein 5
1. stk.     Felagið verður stýrt av eini trímanna nevnd, sum aðal-fundurin velur.  Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár, soleiðis at nýval verður av 2 nevndarlimum líka ár og 1 ólíka ár.  Fyri at verða valdur í nevnd, skal ein hava verið limur í felagnum í minst 1 ár.  Val av einum tiltakslimi verður fyri 1 ár í senn.

2. stk.     Nevndin skipar seg sjálv við formanni, varaformanni og kassameistara.

Grein 6
1. stk.     Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.  Ársaðalfundurin verður settur eina ferð um árið í tíðarskeiðinum 1. mei til 1. oktober.  Nevndin boðar til aðalfund við lýsing í Útvarpi Føroya og við lýsing í føroysku bløðunum 14 dagar frammanundan við hesi dagsskrá:

                 1.  Val av orðstýrara

                 2.  Frásøgn formansins frá farna ári

                 3.  Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

                 4.  Ásetan av limagjaldi

                 5.  Innkomin mál

                 6.  Val av nevnd og tiltakslimi

                 7.  Ymiskt

              Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi 8 dagar áðrenn fundin.  Atkvøða og avgerðir fara fram við vanligum meiriluta av møttum limum.  Til broytan av felagslógini krevst tó, at ¼ av øllum limunum eru á fundi.  Um ikki nóg mikið av limum eru møttir, kann lógbroytan leggjast fyri ein eykaaðalfund, ella næsta regluliga aðal-fund, sum tá kann broyta lógina við vanligum fleirtali.

2. stk.     Orðstýrarin leiðir fundin uttan at gera mun millum part-arnar, og kann tí ikki taka lut í orðaskiftinum, men bert geva upplýsandi og vegleiðandi viðmerkingar til røðarar-nar.

              Orðstýrarin skal royna at fáa málini liðug viðgjørd á fund-inum og hevur tí rætt til at avmarka talutíðina.

              Øll uppskot og val á aðalfundinum verða avgjørd við van-ligum meiriluta.

              Standa atkvøður á jøvnum, fellur uppskotið burtur.

3. stk.     Eykaaðalfundur kann haldast, um nevndin heldur tað vera neyðugt, og kann hann eisini haldast, um ¼ av limunum biður um tað skrivliga.  Uppskot, ið ætlast við-gjørd, skulu fylgja við slíkum skrivi.  Eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt sum ársaðalfundurin.  Nevnt má vera, hvørji uppskot ætlast viðgjørd.  Annars fer fund-urin fram sum vanligur aðalfundur.

Grein 7
1. stk.     Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðan ella so ofta, formaðurin heldur tað vera neyðugt.  Nevndin ger av, um tiltakslimur kann taka lut í nevndarfundunum.

2. stk.     Berst nevndarlimi frá, skal hann siga formanninum frá í so góðari tíð frammanundan fundinum, at tiltakslimur kann koma í hansara stað.  Hin setti umsorgarkonsulent-urin kann luttaka á nevndarfundi, tó uttan atkvøðurætt.

3. stk.     Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.  Allir nevndarfundir skulu førast í gerðabók, ið skal vera undirskrivað av øllum uppmøttum nevndarlimum.

4. stk.     Nevndin finnir fólk at umboða felagið úteftir.

5. stk.     Kassameistarin stendur fyri inn- og útgjaldi.  Hann førir roknskapin og krevur inn limagjaldið.  Saman við for-manninum teknar hann eisini felagið.

6. stk.     Roknskaparár felagsins gongur frá 1. januar til 31. desember.  Roknskapurin skal grannskoðast av stats-autoriseraðum grannskoðara, og verða undirskrivaður av øllum nevndarlimunum, áðrenn hann verður framlagdur á aðalfundinum til góðkenningar.

7. stk.     Við keyp, sølu ella veðseting av fastari ogn krevst aðal-fundarsamtykt og undirskrivt á viðkomandi skjøl av for-manni og kassameistara.

8. stk.     Nevndin hevur heimild til at seta og løna felagsskrivara, sum ikki nýtist at vera limur í Føroya Blindafelag og ikki má vera nevndarlimur.

              Felagsskrivarin stendur fyri dagligu umsitingini av felag-num eftir fyriskipan, sum nevndin setir.

Grein 8
STUÐULSGRUNNUR
1. stk.     Endamál grunsins er at veita stuðul til mennandi virk-semi fyri blind og veiktsíggjandi í Føroyum og uttanlands.

2. stk.     Til grunnin verður latið 5 krónur av hvørjum limagjaldi.  Minst 30% av møguligum rakstrarvinningi hjá felagnum verða settar í grunnin.

3. stk.     Grunnurin verður stjórnaður av einum 3-mannastýri, sum aðalfundurin velur fyri 4 ár í senn.  Stýrislimirnir mugu ikki vera limir í Føroya Blindafelag.

              Stýrið ger reglugerð fyri grunnin, sum verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar.

              Grannskoðaður roknskapur skal framleggjast á aðalfundi-num.

4. stk.     Grunnurin byrjar fyrst at virka, tá stovnsfæ grunsins er kr. 50.000.

              Stovnsfæ grunsins má ongantíð fara niður um kr. 25.000.

Grein 9
1. stk.     Til at taka avgerð um avtøku av felagnum krevst, at minst ¾ av limum felagsins atkvøða fyri hesum.

2. stk.     Verður felagið avtikið, falla ognir felagsins eftir avgerð aðalfundarinnar til eitthvørt endamál, teim blindu og heilt veiktsíggjandi í Føroyum at gagni.

 

              Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi í Tórshavn 11. desember 1999.