Ofta Settir Spurningar
Vit hava á hesari síðuni savnað ofta settir spurningarnar.
Fái eg hjálpartólini við heim, aftaná hjálpatólaroyndina?
Sjóndepilin hevur einans hjálpartól at nýta til hjálpartólaroynd, og tí fært tú ikki nakað hjálpartól við heim aftaná hjálpartólaroyndina. Tað er Deildin fyri hjálpartól hjá Almannaverkinum, sum umsitur og eigur sjónhjálpartólini, ið verða lánt út. Sostatt skal umsókn sendast teimum, og tey koyra tólini út.
Hvussu fái eg hjálpartólini?
Ráðgevingin útfyllir og sendur oyðiblaðið fyri teg, treytað av, at tú gevur samtykki til tað. Í umsóknini verður greitt frá, hvør orsøkin er til umsóknina. Harnæst skal Almannaverkið málsviðgera umsóknina, og tú fært eitt bræv við postinum, um hon verður játtað ella sýtt. Verður umsóknin játtað, verða hjálpartólini koyrd til dyrnar.
Hvør skal gjalda fyri hjálpartólini?
Tað kostar einki at læna hjálpartólini. Tað er eitt persónligt lán ímillum teg og Almannaverkið.
Hvør er bíðitíðin?
Tað er ymiskt hvussu long bíðitíðin er. Tað veldst um hjálpartólini eru á goymslu, ella um tey skulu bíleggjast.
Hvar skal eg venda mær, um eg ikki fái hjálpartólið at rigga?
Sjóndepilin gevur frálæru í hjálpartólum, um tað ikki fæst at rigga t.d. av tekniskum áðum.
Hvar skal eg venda mær, um hjálpartólini brotna ella fara fyri skeytið?
Tú skalt venda tær til Almannaverki tel. 360000, sum umsitur leigumál av hjálpartólum. Brotin, slitin ella burturmist hjálpartól verða endurnýggjað.
Hvar kunnu hjálpartól latast inn aftur?
Hjálpartól, sum eru lán frá Almannnaverkinum, skulu berast aftur til Almannaverkið á Staravegi 18 í Tórshavn.