Tænastur til fólk við sjóntrupulleikum
Tá ið Ráðgevingin hevur fingið samband við fólk við skerdari sjón, verður avtalað gjørd, um viðkomandi kemur á Sjóndepilin til nærri viðtalu ella sjónráðgevin kemur á heimavitjan. Tænastan er fyri allar Føroyar.
Fyrsta viðtala
Við fyrstu viðtalu verður sjóntrupulleikin lýstur og royndir gjørdar fyri at finna fram til hvørjir trupulleikar standast av skerdu sjónini – út frá hesum verður síðani gjørd ein ætlan eftir tørvi og ynski hjá viðkomandi um frálæru í serligum arbeiðshættum, roynd av sjónhjálpartólum og tilboð um møguliga luttøku á skeiði ella øðrum aktivitetum og tiltøkum.
Arbeiðspláss og skúli
Er viðkomandi virkin í arbeiði ella í skúla er sera týðandi at vísa á ymiskar møguleikar heldur enn forðingar. Vegleiðing verður givin til viðskiftafólk í nærumhvørvinum hvørji atlit og átøk eru tí sjónveika/blinda at gagni. Talan kann t.d. vera um at tillaga tað fysiska umhvørvið við kontrastum, røttum ljósi, innrætting og frámerking.
Eftir viðtaluna
Sjóndepilin hevur ráðgevandi leiklut viðvíkjandi øllum hjálpartólum til sjónveik og blind. Sjónráðgevin hjálpir við at skriva og senda umsókn til Almannaverkið (AV) um tey ávísu hjálpartólini, sum funnið verður fram til eru til gagns fyri tann sjónveika.
Almannaverkið tekur sær av víðari viðgerð av umsóknum og útflýggjan av hjálpartólum. Er tørvur á uppfylging t.d í nýtslu av hjálpartólum, setir tann blindi/sjónveiki seg aftur í samband við Ráðgevingina á Sjóndeplinum.