
Blindafelagið 50 ár
Føroya Blindafelag gjørdist 50 ár í 2024, og hetta varð hátíðarhildið við m.a. almennari móttøku, ið var á Sjóndeplinum tann 16. August.
Nógv fólk var komið saman, at hátíðarhalda stóra dagin. Maria Ronniesdóttir á Heygum og Ronnie Nielsen ríkaðu okkum, við fantastiskum sangi og guitarspæli, Sirið Stenberg - landstýriskvinna í almanna- & mentamálum og Tóra við Keldu, forkvinna í Megd o.o. hildu fínar røður, lekkrir munnbitar og okkurt gott at drekka var eisini at fáa.
Samstundis varð avdúka, at Føroya Blindafelag fekk nýtt búmerki, slagorð og broytti navn, men bara eitt lítið sindur.
Framyvir fer felagið at eita Blindafelagið. Hetta kemst allarmest av, at tað bert er eitt blindafelag í landinum, og tí verður mett, at tað er í lagið at taka “Føroya” burturúr navninum.
Samstundis kann sigast, at “Føroya” sjáldan verður nýtt í dagligari talu, men at felagið bara verður nevnt “Blindafelagið”. Tí kann sigast, at navnið ikki verður broytt í dagligari nýtslu.
Nýtt búmerki
Síðani felagið varð sett á stovn í 1974, hevur mynd av eini lanternu verðið nýtt sum búmerki. Lanternan hevur ein góðan boðskap, tí hon vísur veg. Tó so er lanternan kanska eitt sindur “gammeldags” í mun til nútímans tøkni og hevur tí ikki eins sterkan boðskap longur. Tí hevur felagið valt at fáa nýtt búmerki.
Nýggja búmerkið er ein sera einkul mynd av einum svørtum stara við grønum veingi, og Blindafelagið er skriva við eini skrift, ið er løtt at lesa. Men hví er valið fallið á júst staran...?
Jú, tað er tí at starin, hóast hann er lítil í stødd, so er hann ein sera sterkur fuglur. Hann er nemliga ikki flytifuglur og rýmur tí ikki úr Føroyum, tá ið veturin herjar á. Starin er í Føroyum alt árið. Og tá várið kemur og starin aftur fer at láta, ber fuglasangurin boð um ljósari og betri tíðir.
Vongurin á fuglinum er grønur. Hetta er tí, at um tú hevur staran nær, so skyggir hann við einum føgrum grønum liti. Men hóast bæði reytt og hvítt eisini síggjast í veingjunum, so er avgjørt, at vongurin bert skal vera grønur. Tí grønt er litur, ið boðar um vón og ró.
Ikki missa flogið
Við nýggja navninum og búmerkinum, hevur Blindafelagið eisini fingið slagorðið: “Ikki missa flogið”, ið lýsur væl, hvat felagið ynskir at virka fyri. Tí tá ein gert sjónveikur ella blindur, og tilveran kann tykjast tung og vónleys, er eisini lætt at falla í fátt. Blindafelagið ynskir, at vera stuðul og hjálp til at fyribyrgja, at hetta hendir.
Við hesum ynskir felagið at vísa á, at hóast tað er ein stór kreppa at gerast sjónveikur ella blindur, so kann ein gott liva eitt gott og eydnuríkt lív.
Vitja Facebook síðuna hjá Blindafelagnum her