
Um Blindafelagið
Í 1972 varð Føroya Blindafelag sett á stovn.
Føroya Blindafelag er eitt sjálvstøðugt limafelag við tilknýti til Dansk Blindesamfund.
Felagið arbeiðir fram ímóti:
- á einhvønn hátt at røkja áhugamálini hjá blindum og sjónveikum
- at styðja javnrættindini hjá blindum og sjónveikum í samfelagnum
- at arbeiða fyri einum samfelag, sum er atkomuligt hjá blindum og sjónveikum
Fyri at gerast limur í Føroya Blindafelag skal eygnalækni vátta, at sjónin er undir 10%.
Ein og hvør kann gerast stuðulslimur.
Víst verður annars til Ráðgevingina á Sjóndeplinum.