Starvsfólk til køkin.

Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum 30 tímar um vikuna.

 

Um starvið:

·         Ábyrgd av køkinum

·         Matgerð

·         Ábyrgd av innkeypi

·         Planlegging og gera vikuætlanir

·         Vera blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar

 

Krav til fakligar førleikar:

·         Hava royndir at gera mat til nógv fólk

·         Hava koyrikort

 

Krav til persónligar førleikar:

·         Jaligur

·         Góð samstarvsevnir

·         Evni at arbeiða sjálvstøðugt

·         Gera heilsugóðan mat

·         Hava hugflog

 

Sjóndepilin bjóðar:

·         Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar

·         Atlit og arbeiðshættir

·         Góðar arbeiðsumstøður

·         Møguleikar fyri menning

·         Góðar starvsfelagar

 

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum:

Fíggjarmálaráðið og Arbeiðskvinnufelagið

 

Starvið verður sett 1.september ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu

vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2025.

 

Umsóknin skal sendast til:

Sjóndepilin

att. leiðarin

Íslandsvegur 10A

FO-100 Tórshavn

 

Ella sum teldupost: kak@sjondepilin.fo