Verkstaðurin
Verkstaðið er eitt arbeiðstilboð til sjónveik/blind og lættari seinment millum 18 og 67 ár, har framleiðslan er skipað so, at tann einstaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt.
Endamál
- at geva blindum og sjónveikum ein innihaldsríkan gerandisdag við møguleikum fyri mennandi avbjóðingum og arbeiðsuppgávum, sum styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði
- at menna og stuðla blindum og sjónveikum sálarliga og sosialt
- at virksemið verður lagt til rættis eftir førleika hjá teimum blindu og sjónveiku
- at framleiða dygdarlutir at selja
Hvør kann koma á Verkstaðin?
Fólk við sjóntrupulleikum og lættari seinment, sum hava tørv á stuðli til ein innihaldsríkan gerandisdag, og samstundis eru fatanarliga, sálarliga og likamliga før fyri luttaka í virkseminum.
Á verkstaðnum eru hesar deildir:
- Timburverkstaður
- Tóverkstaður